UM KOKS

KOKS-snið er matgerðarsnild hjá Poul Andrias Ziska. Hann stjórnar KOKS og dugir brøgdini at fáa smakk og anga úr føroyska landslagnum at  sameinast í matinum.  Smakkurin er føroyskur. Burturav føroyskur.

Ungu føroysku slóðararnir á KOKS brúka føroyskt tilfar, sum bæði er grovkað og fínkað, fornt og nútíðarligt og ansa væl eftir, at tøka og nýtsla eru burðardygg.

Í staðin fyri at leita sær eftir nýggjum tilfari verður miðvíst farið eftir tí gamla
– at turka, ræsa, salta og roykja.

Á KOKS lagar køkurin seg eftir tí, ið árstíðin býður okkum, og ger aldagamla matmentan leskiliga lokkandi eftir øllum nútíðarkynstrum.

Eyðkenni KOKS er tað einfalda, reina, feska og tað siðbundna.

© Copyright KOKS 2017