RÁVØRA OG MATGERÐ
KOKS nýtir fyrst og fremst føroyskar rávørur, annars norðurlendskt tilfar. Tað er rávøra úr rákharða sjónum, av ódálkaða og streymsveipta havbotninum, úr brimreinskaðum taraskógi og úr brøttu vallaðu fjøllunum. Haðan fáa vit okkara tilfeingi.
Úrvalið tykist við fyrsta eygnabragd ikki at vera so fjølbroytt, men væl hilnast, og tað er sjaldsama gott. Tað, ið veksur og grør á okkara svalligu leiðum, búnast spakuliga, og drúgva búningin gevur serstakliga góðan smakk. Ikki bara kræsnir gómar smakka munin.
Kokkarnir hava ans fyri at viðgera feskt sum ræst. Teir hava ans fyri ræsing og, hvussu hesin smakkur best verður aldur fram, og teir hava víst serligt hegni at brúka henda sjaldsama smakk í nýggjum rættum.