UM KOKS
KOKS-snið er matgerðarsnild hjá Poul Andrias Ziska. Hann stjórnar KOKS og dugir brøgdini at fáa smakk og anga úr føroyska landslagnum at sameinast í matinum. Smakkurin er føroyskur. Burturav føroyskur.
Ungu føroysku slóðararnir á KOKS brúka føroyskt tilfar, sum bæði er grovkað og fínkað, fornt og nútíðarligt og ansa væl eftir, at tøka og nýtsla eru burðardygg.
Í staðin fyri at leita sær eftir nýggjum tilfari verður miðvíst farið eftir tí gamla – at turka, ræsa, salta og roykja.
Á KOKS lagar køkurin seg eftir tí, ið árstíðin býður okkum, og ger aldagamla matmentan leskiliga lokkandi eftir øllum nútíðarkynstrum.
Eyðkenni KOKS er tað einfalda, reina, feska og tað siðbundna.